Nýggjastu tíðindini
Tú ert her: Forsíða » Høvuðstíðindi » Kappsigling á Skálafjørðinum

Kappsigling á Skálafjørðinum

Bátafelagið á Bakka skipar á Eystanstevnuni fyri kappsigling millum 4 og 5 mannaførð við seglum. Kappsigling hevur áður verið á skrá á stevnuni, men seinastu árini hevur hetta ikki verið fastur táttur. Tí fegnast fyrireikarnir av stevnuni um, at Bátafelagið aftur hevur valt at tikið táttin upp, og skipa fyri kappingini.
Fyri at luttaka í kappsiglingini má ein melda til. Hetta verður gjørt hjá Herberti Olsen, formanni í bátafelagnum, á telefon 218788 í seinasta lagi leygardagin kl. 15.

Ger eina viðmerking

Telduposturin verður ikki vístur. Kravdir teigar eru merktir við *

*