Nýggjastu tíðindini
Tú ert her: Forsíða » Høvuðstíðindi » Runutusk fyri fyritøkur

Runutusk fyri fyritøkur

Sum áður nevnt byrjar fríggjadagurin við einum brakið, tá Runutusk fyri fyritøkur er á skránni. Tiltakið byrjar kl. 14.00, og starturin er uttanfyri Lynfrost. Teinurin inniheldur alskyns forðingar, eins og møguleiki er bæði at vinna og tapa tíð, alt eftir hvussu ein kemur gjøgnum samlaðu forðrarenningina. Ikki eru nógvar fyritøkur tilmeldaðar í ár, men áhugin hevur verið sera stórur, og nógvir fyrispurningar hava verið. Hóast talið av luttakandi liðum er avmarkað, so eru vinningarnir teir somu sum ætlað. Møguleikin er tí sera stórur hjá øllum luttakandi liðum at enda við virðislønini, sum er matur og bowling í Leirvík fyri 10 persónar.
Áskoðarar kunnu koma til startin við Lynfrost, og annars vísa vit á lyklastøð sum Skúlin við Løkin og við fótbóltsvøllin við Løkin, har málið er. Tiltakið byrjar kl. 14.00.

Ger eina viðmerking

Telduposturin verður ikki vístur. Kravdir teigar eru merktir við *

*