Nýggjastu tíðindini
Tú ert her: Forsíða » Høvuðstíðindi » Kommunalur fótbóltsdystur

Kommunalur fótbóltsdystur

Fyrsta tiltakið á Eystanstevnuni er sum vant kommunali fótbóltsdysturin millum umsitingarnar hjá Runavíkar og Nes kommunum. Borgarstjórarnir báðir stjórna liðunum báðum, ið eru mannaði við starvsfólkum – kvinnur og menn – úr umsitingunum báðum. Uttan at koma ov nógv inn á hagtølini, so hava úrslitini helst ligið meira til kommununa fyri innan mark, har flestu steypini seinnu árini eru endaði.
Dysturin verður á vøllinum við Løkin hóskvøldið kl. 18.30. Øll eru vælkomin at hyggja, stuðla – og kanska flenna – og tað er ókeypis atgongd.

Ger eina viðmerking

Telduposturin verður ikki vístur. Kravdir teigar eru merktir við *

*