Nýggjastu tíðindini
Tú ert her: Forsíða » Høvuðstíðindi » Skráin komin í hvørt hús!

Skráin komin í hvørt hús!

Stórur áhugi hevur verið millum manna um skránnað, sum inntil í dag ikki hevur verið almannakunngjørd. Í dag, mikudagin, verður stevnublað borðið í hvørt hús í Eysturoynni, har skráin er í, eins og góðar greinar at lesa um ítróttarfeløgini kring stevnuna.
Til Eystanstevnuna 2016 varð brotið upp úr nýggjum við stevnublaðið, ið fíggjarliga eisni kom stevnuni til góðar. Hetta hepnaðist so mikið væl, at gjørt varð av at royna sama leist aftur. Blaðið hesaferð er úrslitið av tøttum samstarvið millum stevnufyrireikarnar og lokalu fyritøkurnar R7, og Faroe Media, ið hevur staðið fyri uppseting og framleiðslu av blaðnum. Tankin handan blaðið er fyrst og fremst at fáa lýst fyri Eystanstevnuni og skránni, men eisini at varpa ljós á felagslív í økinum. Greinarnar eru ikki bert faktagreinar, ið ofta verða skrivaðar í slíkum høpi, men góðar samrøður og lýsingar, ið eru gjørdar við útvald fólk í ymsu feløgunum, ið eisini gevur blaðnum meira dýpd. Inntøkurnar av blaðnum koma partvís feløgunum til góðar, og tí fegnast stevnufyrireikarnir um hendan leistin at gera stevnublað.
Partur av avtaluni er eisini, at stevnufyrireikarnir hava heitt á vertinar í kommunalu útvarpssendingini Brúgvin um at gera eykasending, har sent verður beinleiðis frá stevnuni. Hendan verður at hoyra fríggjadagin kl. 15 á R7.

Her á síðuni sæst skráin eisini. Hendan verður dagførd so hvørt nakað skuldi tikið seg upp, ið krevur broytingar í skránni. Eisni verða ymisku tiltøkini lýst saman við aðrari kunning um Eystanstevnuna.

Ger eina viðmerking

Telduposturin verður ikki vístur. Kravdir teigar eru merktir við *

*