Nýggjastu tíðindini
Tú ert her: Forsíða » Høvuðstíðindi » Eystanstevnan 2017 verður sett

Eystanstevnan 2017 verður sett

Hóast Eystanstevnan longu hevur verið í gongd í útvið eitt samdøgur, verður setanin í kvøld klokkan 19. Hesa løtuna verður sera nógvur aktivitetur á stevnuøkinum. Setanarrøðuna kemur Anders Gerber Christensen at flyta fram. Anders er sera virkni venjarin hjá Effoliðnum hjá NSÍ á øðrum ári, og hevur frá fyrsta degi verið virkin í lokala lívinum í Runavík.
Í samband við setanina kemur forkunnug vitjan av nonnunum, sum fyrstu ferð vitjaðu Eystanstevnuna í 2016. Lokalur tónleikur verður eisini at hoyra, tá Beinir og Rani syngja og spæla, og vinnarin av dagsins umfari at Runutuski fyri fyritøkur verður heiðraður. Stevnuøkið letur samstundis upp, og við veðrinum í dag er tí lagt upp til eitt sera hugnaligt kvøld til Eystanstevnuna við Løkin.

Ger eina viðmerking

Telduposturin verður ikki vístur. Kravdir teigar eru merktir við *

*