Nýggjastu tíðindini
Tú ert her: Forsíða » Høvuðstíðindi » Runutusk fyri einstaklingar

Runutusk fyri einstaklingar

Í kvøld kl. 18 verður Runutusk fyri einstaklingar. Rutan varð roynd fyrstu fer í gjár, tá fyritøkur tuskaðu gjøgnum rununa. Tiltakið eydnaðist sera væl, og tí er stórur spenningur um, hvussu tað fer at hepnast í dag. Ein munur er at í gjár kappaðust lið à 3 fólk, meðan tað í dag verður kappast sum einstaklingar – øll ímóti øllum. Av tí at fyrispurningar komu í samband við kappingina fyri fyritøkur um at sleppa at luttaka í dag, hava fyrireikarnir valt at lata tilmeldingina upp aftur inntil nú kl. 12. So um nakar hevur hug at melda til, so er tað at bera skjótt at, og melda til beinavegin. Kenna tit onkran, ið kundi trongt til eitt ordans runutusk, so er at heita á viðkomandi um at melda til. Tilmelding fer fram her: Runutusk fyri einstaklingar

Ger eina viðmerking

Telduposturin verður ikki vístur. Kravdir teigar eru merktir við *

*