Nýggjastu tíðindini
Tú ert her: Forsíða » Høvuðstíðindi » Runutusk tilmelding!

Runutusk tilmelding!

Evstamark at melda til Runutusk 2017 er í dag, mikudagin 14. juni. Góðir vinningar eru í øllum greinunum; fyritøkur kappast um mat og bowling í Leirvík til 10 fólk, einstaklingar kappast um eitt uppihald á Deplinum í Skálavík, og ítróttarfeløgini kappast um eitt gávukort frá Atlantic Airways.
Runutusk er nýtt konsept her um okkara leiðir, men er sera vælumtókt í øðrum londum, seinnu árini serliga í norðanlondum. Tí vænta stevnufyrireikarnir sera nógv av hesum tiltakinum. Meira kann lesast á facebook síðuni hjá tiltakinum, facebook.com/runutusk. Melda til í seinasta lagi í dag:

Runutusk fyri fyritøkur – fríggjadagin kl. 14:00
Runutusk fyri einstaklingar – leygardagin kl. 18:00
Runutusk fyri ítróttarfeløg – sunnudagin kl. 18:00

Ger eina viðmerking

Telduposturin verður ikki vístur. Kravdir teigar eru merktir við *

*