Nýggjastu tíðindini
Tú ert her: Forsíða » Høvuðstíðindi » So er stevnan í gongd

So er stevnan í gongd

Stevnan byrjaði í kvøld við dysti millum umsitingarnar hjá Runavíkar og Nes kommunum. Úrslitið av dystinum gjørdist 1-1, ið enduspeglar dystargongdina sera væl. Talan var um ein sera javnan dyst. Nes Kommuna legði hart út, men hevði trupult við at koma ígjøgnum stinnu verjuna hjá Runavíkar kommunu. Sum 1. hálvleikur leið gjørdust innanmenn heldur ágrýtnari, har øgilig tyngd var løgd í álopspartin. Hetta eydnaðist væl, tí í einum frálíkum álopi endaði bólturin hjá sjálvur borgarstjóranum, sum í knappari vending fekk sett bóltin handan kontrapartin í málinum. 1-0 til Runavíkar kommunu. Nes kommuna ressaðist eftir hetta, og legði nógv fyri og trýsti meira á. Eitt hálvgum ófarligt langskot endaði við einum málmansdroppi, og so var støðan 1-1. Nú borgarstjórarnir báðir av eystara armi á Skálafjørðinum stjórnaðu hvør sínum liðið, kundi tað verði trupult at taka dagar ímillum, tá mørkini í slíkum dysti skulu finnast. Tí varð heitt á borgarstjóranum hinumegin fjør at leiða stríðið við Løkin, og hesa uppgávu megnaði hann til UG. Ein døming var tó, ið elvdi til nakað av ónøgd á útiliðnum, tá eitt heldur ivasamt brotsspark varð dømt. Hóast gyltan møguleika at vinna dystin, endaði bólturin á stongini og fór út. Orkan tyktist ikki at verða til nógv meira enn tað sama eftir hetta, og tískil dovnaði dysturin meira og meira móti endanum. Dysturin skuldi avgerast, og tí mátti straffikapping til. Her var Runavíkar kommuna stinnari, og vann 4-3. Steypið var handað borgarstjóranum í Runavík av Kára Post.

Ger eina viðmerking

Telduposturin verður ikki vístur. Kravdir teigar eru merktir við *

*