Nýggjastu tíðindini
Tú ert her: Forsíða » Høvuðstíðindi » Kunning um Runutusk úrslit fyri einstaklingar

Kunning um Runutusk úrslit fyri einstaklingar

Úrslitið verður roknað út í løtuni, og vinnarin verður kunngjørdur til syngi við tiltakið í kvøld kl. 20 á stevnuøkinum.
Undirtøkan til dagsins Runutusk gjørdist væl betri enn vænta! Fríggjadagin vóru áleið 10 tilmeldaði, men áhugin kveiktiskt av álvara hjá nógvum, tá Runutusk fyri fyritøkur var fríggjadagin. Tá starturin ljóðaði stutt eftir kl. 18 í dag, vóru sostatt omanfyri 40 luttakarar! Við stuttum millumbili vórðu tuskarnir sendir avstað á teinin, ið hóast hann ikki er so langur, gerst sera drúgvur orsakað av forðingunum á rutuni. Summi renna skjótt, onnur klatra væl, meðan onkur triðji svimur sum ein fiskur. Vinnarin verður tó tann, ið megnar blandingina av øllum eginleikunum, eins og klárar at koma gjøgnum tað óvæntaða á túrinum.

Klokkan 22 byrjar Syngið við í tjaldinum, og har verður vinnarin funnin.

Ger eina viðmerking

Telduposturin verður ikki vístur. Kravdir teigar eru merktir við *

*