Nýggjastu tíðindini
Tú ert her: Forsíða » Felagstiltøk » Stevnunevndin farin til verka

Stevnunevndin farin til verka

Eystanstevna
Í ár er kappróðurin partur av kappingini um at gerast føroyameistari í tjóðarítróttini, tá ið eystanstevna verður hildin í viku 24. Eystursíðan við Skálafjørðin er í einari skifting við Fuglafjørð um hetta annað hvørt ár. Kappróðurin verður leygardagin hin 16. juni kl. 15:00.

Í eina tíð hava umboð fyri fleiri av ítróttarfeløgunum í økinum sitið saman í royndini at snikka til eina skrá fyri stevnuna. Komið er væl áleiðis við hesum arbeiði, og skráin verður kunngjørd í næstum. Ætlanin er m.a. at geva út eitt stevnublað í stevnuvikuni.

Stigtakararnir siga, at nógv átøk vera í ítróttarøkinum kring um Bylgjuna, fótbóltsvøllin á Mýrunum og í Skótahúsinum við Løkin. Setanin verður í Løkshøll og miðnáttarrøða verður leygarkvøldið í Skótahúsinum. Leygarkvøldið eftir kappróðurin verður ein áhugaverdur fótbóltsdystur í Betri-deildini – avgerandi grannadystur ímillum NSÍ og Víking. Sunnudagin verður kappsigling við seglum á fjørðinum.

Á myndini síggjast Herbert Olsen, Jastrid Weihe, Britt Kristiansen, Marna Knudsen, Johnny Lamhauge, Beinta Hansen, Anita Fossdalsá, Durita Knusen Poulsen, Noomi Heraddóttir Kunoy og Herbjørg H. Jøkladal.

Ger eina viðmerking

Telduposturin verður ikki vístur. Kravdir teigar eru merktir við *

*